Mentan

Stella Zachariasen sýnir fram á Hilton

Mánadagin 2. páskadag verður framsýning hennara Vón í Ovaru Hoydalar á Hilton Garden Inn – Opið verður frá kl. 12 til 19

Stella Zachariassen

Stella Zachariassen

2021-03-23 22:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 5. apríl, 2. páskadag, verður málningaframsýningin Vón at síggja í høllini "Ovaru Hoydalar" á Hilton Garden Inn í Havn.

framsýningin verður frá klokkan 12 til 19.

Tað er Stella Zachariasen, sum sýnir fram. Hon hevur málað í nøkur ár og gjørdi so av at taka “Mastery” útbúgving í list, sum hon er í holt við nú, og síðani hon byrjaði hetta, hava málningar hennara havt eitt sindur øðrvísi touch.

Til framsýningina hevur hon málað ymiskar málningar við ímynd av lívi, troyst og vón og við íblástri frá hennara yndis lovsangum, sum fara at hoyrast á framsýningini.

Á framsýningini verður eisini okkurt gott til góman, umframt kaffi og te.

Til ber at fylgja við á Facebook síðuni hjá Stellu, SelviZach Arts by Stella Zachariassen.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder