Vit mugu kenna treytirnar áðrenn tað ber til at siga um tað loysir seg betur at fíggja suðuroyartunnilin við einum donskum statsláni enn einum landskassaláni, sum ætlanin er í løtuni.
Tað segði Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, í samrøðu við FM1 á middegi.
Í samrøðuni greiðir hann frá, at danski statskassin við síni kredittgóðsku kann taka stór langfreistað lán til eina rentu, sum er umleið eitt prosent lægri enn hvat landsstýrið kann fáa eitt lán fyri.
Skulu fimm milliardir lænast fyri at fíggja suðuroyartunnilin, so er ein munur á eitt prosent tað sama, sum umleið ein milliard í størri rentuútreiðslum yvir 30 ár, hevur formaðurin í Búskaparráðnum roknað seg fram til.
Men Johnny í Grótinum vísti eisini á, at tá staturin lænir víðari til almenn partafeløg, so verður eitt rentuískoyri lagt afturat.
Tí ræður tað um at kenna treytirnar fyri einum donskum statsláni áðrenn støðan kann takast um tað búskaparliga er ein fyrimunur at taka av tilboðnum, sum Sambandsflokkurin saman við systirflokkinum Venstre nú mælir til.
Johnny í Grótinum greiðir frá, at tá staturin hevur lænt til bygging av flogvøllum í Grønlandi, hevur ískoytið verið 1,45 prosent.
- Er tað tilboðið til fíggingina av suðuroyartunnlinum, so loysir tað seg betur at lata landskassan fíggjað, sigur Johnny í Grótinum.
Hetta var tikið fram á Løgtingi í dag í sambandi við at Ruth Vang, landsstýriskvinna, svaraði einum fyrispurningi um evnið.
Í hesum sambandi Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum á, at lánið til Grønlands varð givið í eini tíð, tá rentan var heilt niðri á null. Nú er ræntan hægri, og tí er ikki vist, at rentuískoytið, sum staturin krevur, verður tað sama, vísti sambandsformaðurin á.
Les eisini frágreiðingina hjá Johnny í Grótinum á Lesarin.fo: Bílig fígging ger dýrar verkætlanir lokkandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald