Í morgun lat upp nýggjur matvøruhandil upp í Norðragøtu. Talan er um Á handilin á Oyruni, næsti granni hjá vøkru kommunuskrivstovuni, sum nú væntandi verður nýggja savningarstaðið í Norðragøtu.
Eysturkommuna fegnast um hendingina. Hon skrivar soleiðis á heimasíðuni.
- Nýggi handilin er eitt týðandi framstig fyri Norðragøtu og alla Eysturkommunu. Við nýggja handlinum hava borgarar í kommununi fingið ein stóran og nútímans matvøruhandil við einum munandi størri og fjølbroyttari vøruúrvali og góðum parkeringsmøguleikum, sum er á støði við aðrar stórar matvøruhandlar í landinum. Fyri borgarar í kommununi, barnafamiljur og eldri kann tað lætta um at hava møguleika at avgreiða øll síni viðurskifti sama stað.
Nýggi Á handilin kemur í staðin fyri PE í Norðagøtu – gamla handilin við Ánna, sum hevði opið fyri seinastu ferð sunnudagin.
Zsuzsanna Nagy, sum í nógv á hevur verið handilsleiðari í PE í Norðragøtu, er handilsleiðari í nýggja Á handlinum í Gøtu, sum hevur opið mánadag til leygardag millum klokkan 7 og 22.
Myndir: Eysturkommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald