Innanlands

Starvsfólk á Almannaverkinum fingið staðfest koronu

18 starvsfólk í fyrisitingini hjá Almannaverkinum eru í sóttarhaldi, og skulu øll starvsfólkini kannast, og tey, sum kunnu, arbeiða heimanifrá – Stovnarnir og tænasturnar hjá Almannaverkinum eru kortini ikki ávirkaðir, sigur Edvard Heen, stjóri

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-12 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý starvsfólk hjá Almannaverkinum eru smittað við koronu, og 18 starvsfólk í fyrisitingini eru í sóttarhaldi. Tí skulu øll starvsfólkini í fyrisitingini nú kannast fyri koronu.

– Status er, at vit hava trý starvsfólk, sum eru smittað hjá okkum, og so hava vit 18 starvsfólk í sóttarhaldi, restin er til arbeiðis, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum við Portalin.

Tey, sum kunnu arbeiða heima, gera tað, men summi eru enn til arbeiðis, sigur Edvard Heen, sum leggur afturat, at støðan ikki ávirkar stovnarnar og tænasturnar hjá Almannaverkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder