Innanlands

Standmynd av Andreu Árting í Steinatúni til komandi kvinnudag

- Nú er uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Myndin vísir skitsuna hjá Edwardi Fuglø av standmyndini í Steinatúni

Myndin vísir skitsuna hjá Edwardi Fuglø av standmyndini í Steinatúni

2022-07-25 21:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsir, at hann hevur tikið stig til beinanvegin at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni.

Standmyndin skal eftir ætlan standa uppi til kvinnudagin komandi ár.

Seinastu dagarnar er Nólsoyar Páll komin upp at standa í Vágsbotni, modellið av gomlu Havnini hjá Birgar Johannesen verður sýnt fram í Snarskivuni, og Gøtusóparin er avdúkaður við ráðhúskjallaran á Vaglinum.

Og nú er avgjørt, at standmyndin av Andreu Árting endiliga kemur upp at standa í Steinatúni.

- Nú er uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen.

- Tórshavnar listaráð mælti í síni tíð til, at standmyndin verður í Steinatúni. Málið er gamalt, og vit fara at halda okkum til upprunaliga tilmælið um eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Ætlandi skal alt verða liðugt til kvinnudagin 8. Mars 2023. Tað eru 620.000 krónur tøkar frá kommununi og øðrum, sostatt vanta um 2,2 miljónir.

- Hetta fari eg í gongd við at útvega skjótast, soleiðis at vit vónandi klára at fáa verkið upp at standa til kvinnnudagin í 2023, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder