Innanlands

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

Leygardagin 18. september verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði – Í ár eru seks veðrar at taka

Stakkurin (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Stakkurin (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2021-09-15 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin, og leygardagin 18. september verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði. Hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru seks veðrar at taka, skrivar staksnevndin í tíðindaskrivi.

Avmarkað luttøka er til túrin. Kostnaðurin fyri túrin er samstundis fyri ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum. Lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða tveir veðrar flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan. Har eru fleiri, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna, skrivar staksnevndin.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum í sambandi við dagin. Eitt nú er tombola aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum við Hallur Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder