Innanlands

Staðarnøvnini í Vági eru nú talgild

Endamálið við at skráseta øll staðarnøvnini var at varðveita øll staðarnøvnini, sum spakuliga eru í gongd við at verða gloymd, og harvið varðveita ein týdningarmiklan part av søguni hjá kommununi

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2023-03-05 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2020 fóru Arnfinnur Bjarkhamar og Arnfinnur Thomassen í gongd við at skráseta øll staðarnøvnini í Vágs kommunu. Endamálið var at varðveita øll staðarnøvnini, sum spakuliga eru í gongd við at verða gloymd, og harvið varðveita ein týdningarmiklan part av søguni hjá kommununi.

Hetta arbeiðið varð liðugt í 2021, og eftirfylgjandi var ein almenn framsýning í Miðlatúni, har borgarar í Vági og onnur áhugaði fingu møguleika at síggja arbeiðið og koma við viðmerkingum um møgulig onnur staðarnøvn. Vágs Kommuna hevur síðani skrásett øll staðarnøvnini talgilt, soleiðis at øll hava atgongd til hesi staðarnøvn, skrivar Suðurrás.

Talgilda kortið yvir staðarnøvnini og kunning um verkætlanina er tøkt her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder