Í gjár 27. januar 2026 vardi Sandra Saxov Lamhauge ph.d.-ritgerð sína við heitinum “A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese”. Hon snúði seg um atblástur og avraddaðar sonrantar úr fonetiskum, fonologiskum og samfelagsmálvísindaligum sjónarhornum.
Ph.d.-verjan, sum var í Kongshøll á Vestaru Bryggju, gekk væl, og Sandra Saxov Lamhauge fekk góð ummæli. Hetta staðfesta bæði setur.fo og gransking.fo.
Fleiri ferðir varð sagt, at hon eigur at geva kapitlar í ritgerðini út sum serskildar vísindaligar greinar, tí granskingin ikki er gjørd áður og gevur nýtt íkast til granskingarøkið.
Undir verjuni varð nógv sagt um dialektir, og hvat tað er, sum ger, hvussu fólk fata eina dialekt; m.a. hví fólk halda eina dialekt vera sjarmerandi ella ikki.
- Ritgerðin fer at standa sum framúrskarandi avrik at samanbera við og er eitt munadygt íkast til føroyskan fonetikk”, segði ein í dómsnevndini millum annað
Teir tríggir í metingarnevndini vóru. Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Michaela Hejná, lektari á Aarhus Universitet og Chris Montgomery, lektari á University of Sheffield..
- Metingarfólkini róstu ritgerðini og framløguni, og tey løgdu dent á, at talan er um eina dygga ritgerð við høgum ambitiónsstigi.
Í vegleiðaratoyminum vóru Hjalmar P. Petersen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari, og Nicolai Pharao, lektari á Københavns Universitet, hjávegleiðari.
Til ber at hoyra samrøðuna hjá KVF við Sandru 25. november 2024 í sendingini Orðaval um dialektir og úttalu
Sum ph.d.-lesandi hevur Sandra starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini) á Fróðskaparsetri Føroya.
Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Sandru her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald