Vestmanna kommuna: Jólini í Vestmanna byrja sunnudagin 22. november
Tá verður árliga jólahaldið á Torginum, har jólatræið verður tendrað, jólasangir fara at ljóða, og jólamaðurin kemur á vitjan.
Í ár verður tað eingin minni enn gamli Kertustubbi, sum vitjar. Hann er helst kendur av bæði børnum og vaksnum, tí í 40 ár hevur hann, saman við Greytasleiki, tikið telefonina í útvarpinum jólaaftansmorgun og prátað við spent børn.
Kertustubbi fer at tendra jólatræið, syngja og undirhalda, so vit øll kunnu koma í rættan jólahýr.
Vestmanna barnakór fer eisini at syngja, og Vestmanna Hornorkestur syrgir fyri góðum horntónleiki.
Aftur í ár bjóðar kommunan øllum bollar og heitt kakao.
Tiltakið á Torginum byrjar klokkan 16.00.
Bæði áðrenn og aftaná er opið í hugnaliga handlinum hjá John, ið er prýddur til jóla, og sum verður karmur um handil, kafe og konsertir í jólavikunum. Klokkan 17.00 syngur Vestmanna Sangkór uttanfyri.
Skráin fyri jólavikurnar sæst niðanfyri.

Jólini í Vestmanna byrja sunnudagin 22. november.
á verður árliga jólahaldið á Torginum, har jólatræið verður tendrað, jólasangir fara at ljóða, og jólamaðurin kemur á vitjan.
Í ár verður tað eingin minni enn gamli Kertustubbi, sum vitjar. Hann er helst kendur av bæði børnum og vaksnum, tí í 40 ár hevur hann, saman við Greytasleiki, tikið telefonina í útvarpinum jólaaftansmorgun og prátað við spent børn.
Kertustubbi fer at tendra jólatræið, syngja og undirhalda, so vit øll kunnu koma í rættan jólahýr.
Vestmanna barnakór fer eisini at syngja, og Vestmanna Hornorkestur syrgir fyri góðum horntónleiki.
Aftur í ár bjóðar kommunan øllum bollar og heitt kakao.
Tiltakið á Torginum byrjar klokkan 16.00.
Bæði áðrenn og aftaná er opið í hugnaliga handlinum hjá John, ið er prýddur til jóla, og sum verður karmur um handil, kafe og konsertir í jólavikunum. Klokkan 17.00 syngur Vestmanna Sangkór uttanfyri.
Vit síggjast til lýsandi perur, sang, undirhald og hugna!
Skráin fyri jólavikurnar sæst niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald