Innanlands

Sprongdu 111 metrar í síðstu viku

Nú eru 6.669 metrar sprongdir av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum

2018-08-27 13:59 Author image
Oda Strøm
placeholder

Arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur væl. Í alt vórðu 111 metrar sprongdir í seinastu viku, og harvið eru nú 6.669 metrar sprongdir av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Á Hvítanesi vórðu 57 metrar sprongdir í seinastu viku, og í alt eru nú 3.212 metrar sprongdir frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu 19 metrar sprongdir. Har eru íalt sprongdir 1.001 metrar.

Frá rundkoyring og ímóti Rókini vórðu 35 metrar sprongdir í seinastu viku. Har eru í alt sprongdir 831 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder