Innanlands

Springararnir slopnir

Springararnir vórðu ikki funnir aftur

2018-08-31 19:16 Author image
Oda Strøm
placeholder

Springarar vórðu sæddir í Kaldbaksfirði um 17 tíðina. Teir vóru sum skilst í tveimum bólkum og mettir at vera um 20-30 í tali.

Ætlanin var at reka teir á Kollafjørð, men springararnir fóru í ommu sína, sigur Johannes Hansen, grindaformaður.

- Teir eru nokk slopnir. Teir blivu burtur á suðri, og teir funnu teir ikki aftur, so bátarnir eru farnir til hús aftur - so har verður ikki meir, sigur grindaformaðurin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder