Innanlands

Spiderman vilstur í Havnargøtum

Løgreglan hjálpti grýlu at finna hetjuvinir sínar

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2021-02-16 11:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hjálpti í gjár einari lítlari grýlu, sum var blivin burtur frá sínum grýluvinum í Havnargøtum.

Føroya Politi skrivar soleiðis á Facebook í dag:

“Føstulávintsmánadag gekk 3 ára gamli Spiderman einsamallur í havnargøtum. Hann var nakað harmur, tí hann var vilstur og saknaði sínar hetjuvinir.

Ein politibilur fór á staðið, og saman funnu Spiderman og politisturin hinar hetjurnar, Superman, Hulk, Pocahontas og Øskufíu, sum vóru til tunnusláttur í barnagarðinum, har Spiderman hevði sína dagligu gongd.

Øll á staðnum vælnøgd við, at Spiderman nú var saman við øllum hinum hetjunum.

Vit hava ikki frætt nakað um, hvør slerdi tunnuna í gólvið, men tað var so ikki politisturin, tí hann mátti víðari til aðrar uppgávur, áðrenn hettar hendi.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder