Mentan

Spennandi nýggj og eldri list í Steinprenti

Tróndur Patursson, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Julie Sass, Inge Lise Westmann og Anna Seppälä kunnu upplivast komandi tíðina

(Listafólk: Fríða Matras Brekku)

(Listafólk: Fríða Matras Brekku)

2022-10-10 18:11 Author image
Innsent
placeholder

Nú heystódnirnar so smátt hava brett upp um armar og eru farnar í gongd við at halda levint og gang, meðan myrkrið ger seg út til at myrkna, hvat er tá frægari at gera enn at savnast kring ta góðu listina? 

Ein nýggj framsýning við nýggjari og eldri grafiskari list, vatnlitsmálningum og tusjtekningum er latin upp í Steinprenti. Framsýnd verða verk hjá Tróndi Patursson (FO), Hanna Bjartalíð (FO/FIN), Julie Sass (DK), Inge Lise Westmann (DK), Fríðu Matras Brekku (FO) og Anna Seppälä (FIN). 

Trónd Patursson kenna tey flestu. Hann er við á framsýningini uppá tveir mátar; sum listamaður og model, tí hann er myndevnið á fína silvurprentinum hjá Fríðu Matras Brekku. Tróndur hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti í nakrar vikur, har hann hevur gjørt sjey prent, harav tey fimm verða framsýnd. Myndevnini eru tey ikonisku við einum sterkt bláum, reyðum, grønum ella gulum botni og so einum organiskum svørtum kalligrafiskum mynstrið omaná. Millum svarta mynstrið og bjarta lithavið kyknar eitt veldugt rúm við ímyndanini av kosmos millum himmal og hav. 

Hjá Inge Lise Westmann snýr tað seg somuleiðis um náttúruna, men perspektivið tykist eksistentialistiskt – í øllum førum bera hesar myndir brá av menniskjasporum í náttúruni.

Hanni Bjartalíð hevur teknað vakrar tusjtekningar av rúmum við figurum og lutum, sum verða framsýndar saman við trimum prentum av eini plantu, sum sæst eins og eitt myrkt mynstur upp móti eini einlittari bakgrund. Og sjálvt um lýsingin av hesum myndum kundi líkst lýsingini av myndunum hjá Tróndi, er stórur munur á teimum. Hjá Hanna Bjartalíð er eingin lutur ov lítil ella ov týdningsleysur til at gerast myndevni – her er tað ikki stórbært og øgiligt, men meira inniligt og heimligt við plássi fyri vakurleikanum í tí, sum er kring okkum. 

Á framsýningini hongur ein framúrskarandi svørt mynd hjá Julie Sass, sum hevur arbeitt nógv í Steinprenti og hevur t.d. gjørt fleiri bøkur í samstarvi við Steinprent. Fyri stuttum kom bókin “JULIE SASS: Temporary Constellation” út við tekstum hjá nógvum ymiskum høvundum, ið øll skriva um einstøk verk hjá Julie, t.d. Mikkel Bogh, Dina Vester Feilberg, Barry Schwabsky og undirritaða, Kinna Poulsen. 

Myndevnið hjá Anna Seppälä er fyrst og fremst menniskjað – eisini tá myndirnar hava heiti, ið sipa til uttanjarðligar vitverur. Hygg bara eftir hasum grøna dronginum, sum kagar út millum bløðini á eini pottaplantu; góðan dagin harra Livingstone - er tað í tí fremmanda, vit møta okkum sjálvum?

Kuraterað framsýningina hevur Louise Aakerman Nielsen. Steinprent er opið mánadag til fríggjadag frá 9-17 og leygardag frá 11-16. 

Skrivað hevur: Kinna Poulsen  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder