Uttanlands

Spania: Fýra latið lív í eldinum

Hesum boða myndugleikarnir í spanska býnum Valencia frá

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-23 07:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Minst fýra deyð í eldinum, sum herjaði í stóra íbúðarblokkinum í spanska býnum Valencia.

Les eisini: Stóreldur í sponskum íbúðarblokkki

Harafturat eru minst 14 persónar særdir í eldinum, upplýsa myndugleikarnir í økinum, sambært AFP.

Eldurin kyknaði um hálvgun seks tíðina lokala tíð í gjárkvøldið á fjórðu hædd, og eldurin breiddi seg skjótt.

Sambært sponsku sjónvarpsstjøðini TVE, eru fleiri enn 130 íbúðir í bygninginum, við 14 hæddum.

Eldorsøkin er ikki almenn enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder