Innanlands

Spæliplássið á Kráargøtu verður dagført fyri 746.848 krónur

Í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at víðka játtanina við næstan 300.000 krónum, soleiðis at gummi nú verður lagt á alt økið. Býráðið samtykti eisini, Klaksvíkar kommuna skal vera partur av tilgongdini, at menna Talgildu Føroyar.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at tað verður eitt økið á 484 fermetrar, ið verður gummilagt, og at parkeringsmøguleikarnir eisini skulu raðfestast (Mynd: torshavn.fo)

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at tað verður eitt økið á 484 fermetrar, ið verður gummilagt, og at parkeringsmøguleikarnir eisini skulu raðfestast (Mynd: torshavn.fo)

2021-01-29 12:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðið í Klaksvík samtykti at víðka játtanina við 284.958 krónum, soleiðis at gummi nú verður lagt á alt økið á spæliplássinum á Kráargøtu, eins og tað er vorðið gjørt á Jørundsgøtu og við Mylnutún.

- Kommunan hevur síðani síðsta summar dagført flestu spæliplássini í býnum. Nú er tíðin komin til spæliplássið á Kráargøtu. Á býráðsfundinum í gjár bleiv samtykt at víðka verkætlanina, sum varð samtykt á býráðsfundi í oktober í fjør, tá tikið varð av tilboðnum at umvæla spæliplássið á Kráargøtu.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at tað verður eitt økið á 484 fermetrar, ið verður gummilagt, og at parkeringsmøguleikarnir eisini skulu raðfestast.

Samlaði kostnaðurin at dagføra spæliplássið við Kráargøtu er mettur til 746.848 krónur.

Klaksvíkar býráð samtykti millum eisini á býráðsfundinum í gjár, at Klaksvíkar kommuna skal vera partur av tilgongdini at menna Talgildu Føroyar.

[object Object]Mynd: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder