2023-06-20 17:47
            
        
        
                
            Nú summarið er her, eru eisini ymsar broytingar í sjónvarpsskránni. Ein av hesum broytingunum er Gekkakvøldið, sum vanliga er fríggjakvøld.
Kringvarp Føroya boðar frá, at í summar verður Gekkurin í sjónvarpinum hvørt hóskvøld umleið klokkan 19.35.
Tað vil siga, at Gekkurin byrjar stutt eftir, at Dagur og vika er liðug.
Fyrsti hóskvølds-Gekkurin verður nú hóskvøldið, 22. juni. Gekkaupphæddin er 2,2 milliónir krónur.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald