Uttanlands

Spacey fríkendur í øllum ákærum um kynsligan ágang

Nevningatingið í London brúkti 12 tímar um at koma fram til dómin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-07-26 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski sjónleikarin, Kevin Spacey var í dag fríkendur í øllum ákærunum fyri kynsligan ágang. Tað skrivar Reuters.

Nevningarnir við rættin í London brúktu 12 tímar til at koma fram til semjuna um at fríkenna sjónleikaran.

BBC skrivar, at Spacey hevði tár í eygunum, tá rætturin kunngjørdi frídømingina. Hann hevur føðingardag í dag, fyllir 64 ár.

Rættarmálið í London hevur tikið fýra vikur. Ákærurnar gingu út upp á, at hann skuldi havt gjørt seg inn á fýra menn í tíðarskeiðinum 2004 til 2013.

Hetta hendi í sambandi við, at hann var í starvi á Old Vic-leikhúsinum í Londum sum listarligur stjóri. Kevin Spacey búði í London í eitt tíggju ára skeið. Nú býr hann í USA.

Ongin av monnunum, sum hava upplýst hvussu teir vórðu misnýttir av Spacey hava traðkað alment fram. Spacey hevur hinvegin greitt rættinum frá, at tað, sum fór fram, varð gjørt við samtykki.

Eftir rættin segði Spacey:

- Eg eru takksamur fyri, at nevningatingið hevur tikið sær tíð til at gjøgnumganga øll prógv og fakta áðrenn tey tóku sína avgerð. Eg eri eyðmjúkur yvir úrslitið í dag, segði hann, sambært AFP.

Spacey varð upprunaliga ákærdur fyri 13 lógarbrot. Í farnu viku vórðu fýra av ákærunum sleptar.

Ákærurnar hava havt stórar avleiðingar fyri Kevin Spacey sum sjónleikara. Eitt nú hvarv hann í høvuðsleiklutinum í sera vældámdu sjónvarpsrøðini “House of Cards” orsaka av ákærunum, sum komu fram í sambandi við at MeToo-rørslan tók dik á seg á internetinum. 

[object Object]
Spacey uttan fyri rættarbygningin í London í dag (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder