Innanlands

14.414 fólk við oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni í heystfrítíðini

Størsti einstaki ferðadagur í heystfrítíðini var fríggjadagin 9. oktober, tá ferðafólkatalið var 2.163.

Ritan (Mynd: SSL)

Ritan (Mynd: SSL)

2026-10-24 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heystfrítíðin er tíðin har nógv fólk ferðast við oyggjaleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins, og sambært SSL ferðaðust 14.414 fólk við oyggjaleiðunum í hesutfrítíðini í ár.

Í ár byrjaði heystfrítíðin fríggjadagin 9. oktober og endaði sunnudagin 18. oktober.

Fríggjadagin 9. oktober ferðaðust 2.163 fólk við skipunum hjá SSL, og hetta var eisini størsti einstaki ferðadagur í heystfrítíðini, skrivar SSL.

Tilsamans ferðaðust 6.230 fólk við oyggjaleiðum fyrsta vikuskiftið í heystfrítíðini.

Mikudagin var illveður kring landið og hetta førdi eisini við sær nógvar avlýsingar bæði á oyggjaleiðum og bygdaleiðum. Hetta sæst eisini aftur í ferðatølunum, tí bara 184 fólk vóru við á teimum túrunum hjá oyggjaleiðum, sum vóru 14. oktober.

Fríggjadagin 16. oktober var talið á ferðafólki 1.749. Tað vikuskiftið ferðaðust tilsamans 5.609 fólk við oyggjaleiðum, og við hesum kom ferðafólkatalið fyri alla heystfrítíðina uppá 14.414 fólk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder