Uttanlands

SpaceX-rakett sprongdist

Kortini var royndarflúgvingin væl eydnað, sigur Elon Musk

2020-12-10 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Áttanda rakettin av grundsniðinum Starship sprongdist, tá privata amerikanska felagið SpaceX framdi eina royndarflúgving í gjár. Ætlanin við Starship-verkætlanini er at flúgva fólk til Mars innan fyri seks ár.

Sambært SpaceX tók royndarflúgvingin seks minuttir og 42 sekund. Upplýst varð ikki hvussu høgt SN8-rakettin kom, men ætlanin var, at hon skuldu upp í 12,5 kilometra hædd, skrivar AP-tíðindastovan.

Undanfarnar rakettir av sama slagi eru bara skotnar einar 150 metrar upp.

Royndarflúgvingin í gjár sá út til at eydnast væl líka til rakettin skuldi lenda aftur á Boca Chica Village rúmdarstøðini nærhendis Brownsville í Texas. Tá sprongdist rakettin í einum eldhavi.

Elon Musk, stovnarin og eigarin av SpaceX, skrivaði sjálvur á Twitter, at trýstið í einum tanga við brennievni var ov lágt undir sjálvari lendingini, og segði tað vera orsøkin til, at lendingin miseydnaðist.

Longu fyri tveimum vikum síðani metti Musk, at vandin var stórur fyri at okkurt líknandi fór at henda, og tí var hann nøgdur við royndarflúgvingina í gjár.

“Mars, here we come!”, skrivaði Elon Musk á Twitter.

Sambært honum verða tvær nýggjar royndarrakettir, SN9 og SN10 skjótt klárar.

SpaceX hevur ætlanir um at brúka Starship-rakettir at senda fólk til mánan og Mars og til at senda fylgisveinar í hópatali í ringrás um jørðina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder