Innanlands

Sonja Jógvansdóttir: - Eg vóni, at hetta er eitt mistak

Løgmaður ætlar at leggja nýyvirtikna málsøki familjurættin yvir til almannamál, og hetta hóvar ikki Sonju Jógvansdóttir

(Savnsmynd, Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd, Jens Kr. Vang)

2018-09-06 11:25 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ein fráboðan vísir, at løgmaður ætlar at leggja nýyvirtikna málsøki familjurættin yvir til almannamál og taka hetta úr hondunum á landsstýrisfólkinum í heilsumálum 1. oktober.

Løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir viðmerkir nú hvassliga á Facebook, at hon dugir ikki at skilja, hví hetta verður gjørt. 

- Hetta undrar meg stórliga, tí á tí málsøkinum eru hópurin av málum, ið liggja í órøkt - eitt nú spurningurin um barnafátækradømi og akutta býlisneyðin um alt landið! Eg vóni, at hetta er eitt mistak, ið verður tikið aftur. Eisini løgið, at eitt málsøki, ið er væl fyrisitið, verður tikið frá einum landsstyrisfólki og koyrt til landsstýrisfólk, ið ikki megnar at fyrisita sítt málsdømi sum er!

- Harumframt er tað ótrúliga undrunnarsamt, at tú fyrisitingarliga ætlar at hoyggja runt við einum nýyvirtiknum máløki - heldur skuldi familjufyrisitingin fingið arbeiðsfrið at víðariment stovnin! Serfrøðin innan øki liggur væl eisini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, sum júst hevur staðið fyri eini væl eydnaðari yvirtøku, sigur løgtingskvinnan og leggur afturat: 

- Gamalt var, if it ain't broke, don't fix it.

Fráboðanin frá 7. august kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder