placeholder
Innanlands

Soleiðis fer tríkiljan hjá Strandferðsluni at síggja út

27 metra langa ferjan, sum fer at taka 120 ferðafólk og tríggjar persónbilar, er nú komin fyri tingið

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

2018-09-25 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppskotið um at byggja ein eykabát til Strandfaraskip Landsins er nú lagt fram.

Tað var í síðstu viku, at landsstýrið boðaði frá, at støða var tikin til, at nú skuldi eykabáturin hjá Strandferðsluni byggjast.

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

Úrslitið er ein 27 metra long skjóttgangandi tríkilja úr herdaðum glastrevjum, ið gongur 28 míl sum tað mesta og 20 míl við ferðafólki. Báturin tekur 120 ferðafólk um summarið og um veturin 97 ferðafólk, tí at øll skulu sita inni. Báturin tekur 3 persónbilar/1 tungan bil og farm og olju. Eisini kann báturin taka t.d. 1 oljubil á 25 tons.

Mynd: Samferðslumálaráðið

34 milliónir krónur
Eykabáturin kostar 34 milliónir krónur. Byggisáttmáli er klárur at undirskriva, og klárt er at fara undir at byggja at kalla beinanvegin.

Tørvur er á umleið 16 milliónum í 2018, sum verður játtað við eykajáttan í ár, og síðani samanlagt 18 milliónum í 2019, sum verður játtað á fíggjarlógini fyri 2019. Av hesum eru 8 milliónir í sambandi við sjóseting av bátinum og 10 milliónir tá ið báturin verður latin og góðkendur.

Eftir ætlan verður farið undir at byggja eykabátin í 2018, og verður báturin eftir ætlan liðugur miðskeiðis í 2019.

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder