Innanlands

Søgu- og samfelagsdeildin letur dyrnar upp

Umleið fjórða hvønn mikudag fara starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum at leggja fram aktuella gransking fyri øllum, sum hava áhuga, og fyrsta framløgan verður longu 16. mars

Fyrsti granskarin, sum fer at leggja fram granskingarúrslit á afturvendandi middagstiltakinum, er Tróndur Møller Sandoy (Mynd: Hildur Eyðunsdóttir/Setur.fo)

Fyrsti granskarin, sum fer at leggja fram granskingarúrslit á afturvendandi middagstiltakinum, er Tróndur Møller Sandoy (Mynd: Hildur Eyðunsdóttir/Setur.fo)

2022-03-14 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umleið fjórða hvønn mikudag fara starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini at leggja fram aktuella gransking fyri øllum, sum hava áhuga. Tiltakið hevur fingið heitið “Fróðskaparflísin”, og fer tað fram í døgverðasteðginum millum klokkan 12 og 13.

Øll eru vælkomin, og tað ber væl til at eta sína tvíflís ella skerpikjøt, meðan lurtað verður, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Fyrsta framløgan er á skránni nú mikudagin 16. mars klokkan 12.05-12.50.

Tá fer Tróndur Møller Sandoy, ph.d.-lesandi í búskaparfrøði, at leggja fram nýggja og slóðbrótandi gransking um, hvussu netverk og sosial sambond ávirka tína yrkisleið, og hvussu tín hugur og tíni evni at "netverka" mynda tína framtíð, tá tað snýr seg um inntøku og starvsmøguleikar.

Tróndur hevur saman við øðrum granskarum kannað allar árgangir á Copenhagen Business School frá 1986 til 2006 fyri at vita, hvørja ávirkan sosial sambond hava fyri teirra yrkisleið í longdini.

Hvør gekk í flokki við hvørjum? Og hvar eru tey í dag? Úrslitini vísa m.a., at lesandi í somu flokkum í nógv størri mun arbeiða á somu fyritøkum og enntá á somu skrivstovum fimtan ár eftir loknan lestur.

Fyrsta "Fróðskaparflísin" verður, sum nevnt, nú mikudagin, á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks Gøtu 25 í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder