placeholder
Innanlands

So var ljós aftur í Klaksvík

Tær fýra nýggju ljósmastrarnar lýstu sum ætlað við Djúpumýru í gjárkvøldið - onkrar smávgis tillagingar skulu gerast, men greitt er, at tær lúka ásettu krøvini

(Mynd: Eyðstein Poulsen)

(Mynd: Eyðstein Poulsen)

2019-08-01 08:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík og øki umkring eru fyri nógvum og umfatandi broytingum fyri tíðina - hetta er alt ein liður í at altjóðagerða fótbóltsvøllin og kringumstøðurnar. Broytingar hava verið við áskoðaraskýli, girðingarnar við síðulinjurnar eru tiknir burtur ella fluttar, Bláa Skýið undir liðuni á KÍ-høllini er í gerð, eisini nýggj útskiftingarskýli, og í summar er nýggja graslíki lagt á.

Í tí sambandi eru nýggju ljósmastrarnar settar upp í hornunum. Tær eru høgar, og lýsa væl betri enn tær undanfarnu. Í gjárkvøldið, beint eftir klokkan 23, lýstu ljósmastrarnar fyri fyrstu ferð, og ljósmátingar vórðu gjørdar.

[object Object](Soleiðis sá út uppi á "plenuni" seint í gjárkvøldið - Mynd: Jóhan Nolsøe)

Vit frætta úr Klaksvík, at ljósini riggaðu sum tey skuldu. Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sigur, at á øllum økjum kláraðu tey ásetta kravið. Tað skulu tó gerast onkrar smávegis justeringar. 

Kvinnurnar hjá KÍ og HB spæla í annaðkvøld, og um neyðugt er verður tendrað tá. Tummas Lervig sigur, at annars er næsti kvøldardystur hjá KÍ á Summarfestivalinum, og tá verða ljósini brúkt, og møguliga verður okkurt gjørt burturúr tá.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder