Síðani 22. august hevur Smyril verið í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark. Men í dag er álitið hjá suðuroyingum komið úr dokkini aftur, og kemur eftir ætlan í sigling millum Tvøroyri og Havnina 3. oktober.
Avloysaraskipið Herjólfur II hevur verið fyri nógvum atfinningum, tí at skipið millum annað er heldur lítið. Hvussu er og ikki, so eru uttan iva nógvir suðuroyingar og onnur sum ferðast regluliga á leiðini, sum gleða seg av álvara at fáa Smyril aftur.
Strandferðslan upplýsti fyri útvaprinum í gjár, at alt arbeiðið í Munkebo hevur stórt sæð gingið eftir ætlan. Talan hevur verið um stórarbeiði í sambandi við motorar, elektriskar skipanir og akslar og skúvur. Eisini eru ábøtur gjørdar á ferðafólkaøkinum við millum annað nýggjum borðum í salongini og kafeteria og eisini er nýtt spælipláss gjørt.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, hevur lagt myndina omanfyri út á Facebook í dag. Myndina hevur Brian Lauritsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald