Innanlands

Smyril í dokk á Fjóni

Fyri lítlari viku síðani, sigldi Smyril sín seinasta túr um Suðuroyafjørð í nakrar vikur. Mánamorgun kom strandfaraskipið til Munkebo

(Mynd: Per Joensen / Suðurrás)

(Mynd: Per Joensen / Suðurrás)

2022-08-25 23:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánamorgunin kom Smyril í dokkina á Fayard í Munkebo á Fjóni.

Skipið sigldi sín seinasta túr um Suðuroyarfjørð í nakrar vikur fríggjakvøldið, og síðani varð kósin sett móti Danmark.

Umframt fólk frá donsku skipasmiðjuni, so eru eisini fólk frá m.a. Mest við Smyrli í Danmarkar, skrivar Suðurrás.

Ætlanin er at Smyril kemur aftur í sigling 3. oktober. Til tá røkir avloysaraskipið Herjólfur III Suðuroyarleiðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder