Innanlands

Smyril avlýsir tveir túrar í kvøld

Eingin túrur verður úr Suðuroynni kl. 18.45 og av Havnini kl. 21.15 – Orsakað av nógva vindinum kann eisini roknast við fleiri broytingum í ferðsluni, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-15 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smyril avloysir tveir teir síðstu túrarnar í kvøld. Orsøkin er nógvur vindur og trongar umstøður, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Í stuttari fráboðan skrivar Strandferðslan soleiðis:

– Vegna trongar umstøður í Tórshavnar Havn og nógvan vind verða fráferðirnar úr Suðuroynni kl. 18:45 og av Havnini kl. 21:15 ikki sigldar í kvøld, mánakvøld 15. november.

Strandferðslan skrivar annars, nú boðað verður frá nógvum vindi komandi dagarnar, at roknast kann við broytingum í ferðsluni í dag og í morgin. Hetta er galdandi fyri bæði bygdaleiðir og oyggjaleiðir.

Møguligar broytingar verða lýstar á heimasíðuni ssl.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder