2023-03-22 10:45

Vegna veður kann roknast við broytingum á Suðuroyarleiðini hesa vikuna, og í morgun boðar Strandferðslan frá, at tveir túrar eru avlýstir í dag.
Talan er um túrin av Havnini klokkan 16 og túrin av Krambatanga klokkan 18.45.
Í morgun varð fráferðin av Havnini klokkan 8.45 eisini flutt til klokkan 9.10. Smyril fer aftur úr Suðuroynni klokkan 11.30, og so fer hann ikki av Havnini aftur fyrr enn klokkan 21.15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald