Innanlands

Sleppa undan munnbindi í býarbussunum

Bussførararnir hava havt heimild at nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku. Men nú er ikki longur neyðugt við munnbindi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-16 16:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast nærum eingir tilburðir av korona hava verið í staðfestir í Føroyum síðstu vikurnar hevur tað til í dag verið neyðugt at havt munnbind á, tá farið var í býarbussarnar í Tórshavnar kommunu.

Hetta er nú broytt, boðar Tórshavnar kommuna frá.

- Við tað at støðan við koronu nú er so góð í landinum, hevur Tórshavnar kommuna fingið boð um frá koronuráðgevingini, at fólk kunnu fara í bussarnar og koyra við bussunum uttan masku, skrivar høvuðsstaðarkommunan á heimasíðuni.

Orsøkin til nýtslu av munnbundi ella masku hevur verið av ótta fyri bretska frábrigdinum av koronasmittuni, sum skal smitta skjótari og lættari.

Bussførararnir hava havt heimild at nokta teimum, sum ikki brúka munnbind atgongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder