Innanlands

Sleppa framvegis ikki umborð á Herjólf III

Orsøkin er, at eigarin, eigarin, Vegagerðin í Íslandi, ikki hevur undirskrivað leigusáttmálin. Skipið, sum skal sigla við farmi á Suðuroyarleiðini, sum skal avloysa Smyril í august-september liggur á Skála.

Herjólfur III liggur á Skála - skipið er tó framvegis ikki komið á dokkina, og Strandferðslan hevur ikki ræðið á tí enn (Mynd: Sverri Egholm)

Herjólfur III liggur á Skála - skipið er tó framvegis ikki komið á dokkina, og Strandferðslan hevur ikki ræðið á tí enn (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-31 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir ætlan skuldi ein undirskrivaður sáttmáli koma úr Íslandi seinnapartin mánadagin. Hetta er tó fyribils útsett og so leingi sum Strandferðslan ikki hevur fingið endaliga sáttmálan, ger Strandferðslan fyribils onga viðmerking til sáttmálan ella onnur viðurskifti í hesum sambandi. 

Soleiðis skrivaði Strandferðslan á heimasíðu sínari í gjárkvøldið, stutt eftir at  Herjólfur III var komin inn á Skála.

Har liggur skipið enn og bíðar eftir at koma inn á dokk - trupulleikin er, at eigarin, Vegagerðin í Íslandi, ið hevur gjørt avtalu við Mest um at standa fyri 30 ára klassingini, ikki hevur undirskirvað  leigusáttmálan við Strandfaraskip Landsins.

Strandferðslan skrivar, at samráðingar leingi hava verið við íslendingar um leigu av Herjólfi og í seinastu viku undirskrivaði virkandi stjórin, Jóhan Petur Abrahamsen, undir leigusáttmálan - hetta var tann 20. mai, sambært viðmerkingum til Kringvarpinum.

[object Object]Herjólfur er her komin inn á Skálafjørðin (Mynd: Sverri Egholm)

Hví undirskift ikki er komin í Íslandi, er óvist, men tað merkir, at Strandferðslan enn onki hevyr at siga umborð. Íslendsk manning er umborð á skipinum í løtuni, og Strandferðslan ætlar sær at seta ein mann umborð at kunna seg um skipið, skrivar ssl.fo. 

Jóhan Petur Abrahamsen sigur við Kringvarpið í dag, at tey enn onki hava frætt úr Íslandi, hóast tey hava eina munnliga avtalu um skipið. Hann vónar, at íslendska undirskriftin kemur í dag ella í morgin.

Avtalan, sum Strandferðslan hevur kunngjørt, er fyribils er galdandi til út á heystið 2023. Hon fevnir um, at 70 metra langa og 16 metrar breiða skipið skal sigla við farmi millum Havnina og Tvøroyri og eisini sigla við ferðafólki í fimm vikur í heyst, tá Smyril skal í dokk í Danmark.

Júst hetta seinni undrar nógv, tí Smyril er eitt næstan tvífalt so langt skip, og Herjólfur II tekur 450 ferðafólk færri og 150 áleið bilar færri, enn Smyril ger, sambært tølum ið vóru frammi í Degi og Viku í gjár.

Skrivið sum kom út á ssl.fo í gjárkvøldið endaði við hesum

- So leingi sum Strandferðslan ikki hevur fingið endaliga sáttmálan, ger Strandferðslan fyribils onga viðmerking til sáttmálan ella onnur viðurskifti í hesum sambandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder