Innanlands

Slapp ikki umborð á flogfarið

Ein maður var so drukkin í gjárkvøldið, at mett varð ikki, at tað var ráðiligt at loyva honum umborð. Maðurin mátti gista í Havn fyri egna rokning

Vága Floghavn (Savnsmynd)

Vága Floghavn (Savnsmynd)

2020-02-22 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um 22-tíðina í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend á flogvøllin.

Talan var um ein norðmann, sum skuldi av stað við seinasta flogfarinum í gjár, men maðurin slapp ikki umborð.

Orsøkin var, at hann hevði fingið ov nógv niðurum, og av trygdarávum varð mett, at tað var ikki ráðiligt at loyva honum umborð.

Løgreglan royndi síðani at fáa hann á gistingarhús í Sørvági, men har var ikki pláss, so tí varð hann koyrdur til Havnar, har hann slapp at gista fyri egna rokning.

Maðurin skal eisini sjálvur gjalda fyri nýggjan ferðaseðil heim, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at slíkar støður eru sjáldsamar.

placeholder
placeholder