Innanlands

Skulu kanna hvussu tøknirisarnir ávirka fólkaræðið

Jákup Brúsá er føroyskt umboð í nýsettum arbeiðsbólki við kt-serfrøðingum

2022-05-31 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jákup Brúsá, ráðgevi í talgildari marknaðarførslu og samskifti, er valdur í eina norðurlendska tankasmiðju, sum skal kanna, hvørja ávirka stóru altjóða tøknifyritøkurnar hava á fólkaræðið, demokratiið, í Norðurlondum.

Mett verður at hesar stóru KT-fyritøkurnar hava fingið størri ávirkan á fólkaræðið hesi seinastu árini. Norðurlond eru millum tey mest talgildu londini í heiminum, og ein alsamt størri partur av almenna kjakinum gongur nú fyri seg á netinum.

Tí hava norrønu mentamálaráðharrarnir gjørt av at seta ein bólk av serfrøðingum úr øllum Norðanlondum í eina tankasmiðju.

Ynskið er at kunna savna inn vitan og royndir frá øllum Norðanlondum til tess at gera felags átøk.

- Tøknirisarnir fylla sera nógv í gerandisdegnum hjá borgarunum, og teir ávirka okkara fólkaræði. Í norðurlondum eru vit frammalaga í talgildingini samstundis sum vit øll eisini eru ivasom um ta ávirkan, sum tøknin hevur á okkara samfeløg.

- Tí ynskja vit meira vitan um, hvussu og í hvønn mun algoritmur ávirka okkum og fólkaræðið, og hvat vit kunnu gera politiskt fyri at fáa eina størri demokratiska ávirkan á menningina, sigur Ane Halsboe-Jørgensen, donsk mentamálaráðkvinna.

Tað er danska mentamálaráðið, ið samskipar arbeiðið hjá nýsettu tankasmiðjuni. Danin Tobias Bornakke er formaður. Tey stóru londini hava valt tvey umboð hvørt í arbeiðsbólkin, meðan Føroyar, Grønland og Áland hava valt hvør sín lim.

Umframt hesa tankasmiðjuna, hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir eisini bílagt eina kanning um hvørja ávirkan tøknirissarnir hava á tíðindamiðlarnar. Kanningin skal gerast av Nordicom, Center for nordisk Medieforskning, sum heldur til á lærda háskúlanum í Göteborgs. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder