2026-01-30 08:24
Í dag fara serfrøðingar frá løgregluni til Suðuroyar at kanna eldsbrunan, sum var á Tvøroyri í gjárkvøldið.
Tað var nakað fyri klokkan seks í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldsbrunanum, logarnir vóru tó so stórar, at boð mátti sendast eftir hjálp frá sløkkiliðnum í Vági við sløkkiarbeiðinum. Um hálvgun átta tíðina var eldurin sløktur, men húsini eru heilt illa farin, upplýsir løgreglan.
Les eisini: Eldurin á Tvøroyri sløktur – húsini illa farin
Illgruni er um, at eldurin møguliga er uppstaðin í sambandi við matgerð, men tað kann tó ikki staðfestast fyrr enn serfrøðin hevur gjørt kanningar á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald