Innanlands

Skúlastjóri: Tað er hart tá málið ikki er komið uppá pláss

Í Fuglafjarðar skúla hava tey valt at hava regluliga eykaroyndir gjøgnum alt skúlaárið við næmingum í hádeildini, sum skulu læra føroyskt sum annaðmál umframt danskt – Vit skulu leggja trýst á tey, sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri

Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla (Savnsmynd)

Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla (Savnsmynd)

2022-06-13 17:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Tað er hart í byrjanini at fara til roynd, tá ið málið ikki er komið upp á pláss, men við at gera nógv eyka læra tey meiri og skjótari og kunnu fylgja betur við hinum, sigur Berlys Carlota Canas Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Í Fuglafjarðar skúla hava tey valt at hava regluliga eykaroyndir gjøgnum alt skúlaárið við næmingum í hádeildini, sum skulu læra føroyskt sum annaðmál umframt danskt. Tað er nakað, sum setir ferð á læringina, heldur Berlys Toftadal, sum er ættað úr Venesuela og koma til Føroya fyri 21 árum síðan.

- Vit vilja hava, at tey eru til roynd samstundis sum hini eru, hóast vit vita, at tey ikki megna tað sama, og tey ikki fáa karakter á sama hátt. Tað er í lagi bara at skriva nakrar fáar reglur, tá ið talan er um stíl, men vit vilja hava, at tey skulu royna. Tí tillaga vit royndirnar til teirra. Krevja ella vænta vit ongantíð av teimum, at tey skriva stíl á føroyskum og donskum, so koma tey ongan veg. Vit skulu leggja varligt trýst á tey, sigur hon í samrøðu við Skúlablaðið.

- Vit royna at eggja teimum, sum eru flutt til bygdina, at fara upp í alt, sum gongur fyri seg, næmingaráð, kór, ítrótt og annað, soleiðis at tey lættari og skjótari gerast partur av felagsskapinum. Vit hava vakið eyga við, at tey ikki halda seg fyri seg sjálv, tí tað kunnu tey hava lyndi til, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder