Mentan

Skrúvuguðstænasta og Miðvika í Hoyvíkar kirkju

Heri Joensen, sóknarprestur, kemur at lýsa gerandisdagin hjá presti í Norðoyggjum tíðliga í farnu øld

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-24 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 26. oktober verður aftur skrúvuguðstænasta og Miðvika í Hoyvíkar kirkju.

Gudstænastan byrjar klokkan 17.30. Byrjað verður í kirkjuni við eini bíbilsøgu, og síðani verður bjóðað til lasanju í Kirkjukjallaranum, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.

Klokkan 19.30 verður síðani Miðvika við Hera Joensen, presti, har Heri fer at hugleiða um at vera ”prestur í Norðoyggjum fyrr”.

Heri Joensen, sóknarprestur, kemur at lýsa gerandisdagin hjá presti í Norðoyggjum tíðliga í farnu øld. Eitt nú, hvussu ofta prestur var á útoyggj, og hvørjar uppgávur hann annars hevði. Ein drekkamunnur verður eisini at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder