Innanlands

Skriðulop og bátur, ið sleit

Nógvur vindur og avfall hevur verið hetta seinasta samdøgrið - løgreglan fekk tvør fráboðanir, sum skyldast veðrið

2021-11-16 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sendast mátti boð eftir eini gravimaskinu at rudda vegin, tá eitt skriðulop hendi á Strondum í nátt.

Skriðan, sum skyldast stóra avfallið, leyp oman á Hulkavegin, sum er vegurin, ið gongur oman til havnarlagið á Hulki. Skriðan var beint undir Effo-støðini, verður upplýst.

Tað var komin so mikið nógvur eyrur og mold oman á vegin, at tað var illa koyrandi fram við skriðulopinum, og tí vórðu boð sent eftir gravimaskinu at rudda vegin.

Í nógva vindinum í gjárkvøldið sleit ein seglbátur, sum lá í havnarlagnum í Hvalvík. Sunda Sløkkilið varð boðsent at tryggja bátin, upplýsir vakthavandi á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder