Innanlands

Skráin fyri drotningavitjanini byrjar klokkan 13 á Bursatanga

Margreta drotning kemur til Føroya við flogfari fyrrapartin, upplýsir ríkisumboðið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-15 08:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Margreta drotning kemur til Føroya við flogfari fyrrapartin, og um alt gongur sum væntað, so kann almenna drotningavitjanin byrja klokkan 13 á Bursatanga, tá løgmaður fer at bjóða drotningini vælkomnari til Føroyar.

Tað upplýsti Lene Moyell-Johansen, ríkisumboð, fyri útvarpinum hjá KvF fyri løtu síðani.

Tá flogfarið er lent, skal drotningin og fylgi hennara PCR-testast eins og øll onnur, sum koma til Føroya, og roknað verður við, at henda testin kann kannast so mikið skjótt, at almenna vitjanin kann byrja klokkan 13, sigur ríkisumboðið.

Ætlanin er at gjøgnumføra allar vitjanirnar ymsastaðni í høvuðsstaðnum, sum stóðu á skránni fyri dagin í dag, men vitjanirnar verða helst styttar til tess, at drotningin við fylgi kann náa allar ætlaðu vitjanirnar í dag.

Talan er um Tinganes, Løgtingið, trappuna í Vágsbotni, Skúlan á Fløtum og Sjóvinnuhúsið.

Døgurðin í kvøld byrjar tí nakað seinni enn fyrr ætlað, sigur ríkisumboðið.

Heimasíðan hjá Vága Floghavn upplýsir ikki um nakra komu hjá donskum hernaðarflogfari her fyrrapartin. Og á ‘tracking-síðuni’ Flightradar hómast enn onki flogfar úr Danmark við kós móti Føroyum. 

[object Object]
Tað sær út til at vera góð floglíkindi í Vágum í dag (Skíggjamynd: fae.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder