Uttanlands

Skottilburður í handilsmiðstøð í Malmø

Tveir persónar eru særdir av skotum í Emporia handilsmiðstøðini í svenska býnum

(Mynd: Sydsvenskan.se)

(Mynd: Sydsvenskan.se)

2022-08-19 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skot eru latin av í stóru handilsmiðstøðini Emporia í svenska býnum Malmø. Tað skrivar Sydsvenskan seinnapartin.

Løgreglan er manssterk á staðnum, og hevur avbyrgt økið. Sambært svenska miðlinum eru tvey fólk særd av skotunum.

Sambært Aftonbladet hevur løgreglan í løtuni ikki nakran undir illgruna og hevur heldur ikki handtikið nakran enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder