Uttanlands

Skottilburður á universitetinum í Las Vegas

Trý fólk lótu lív umframt gerningsmannin.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-07 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein skottilburður á University of Nevada í Las Vegas í gjár hevur kostað trý mannalív umframt at gerningsmaðurin eisini lat lív.

Tað uppýsir løgreglan í Las Vegas. Harumframt er ein persónur, ið eisini varð raktur, framvegis í lívsvanda.

Enn er ógreitt, um gerningsmaðurin varð dripin av løgregluni, ella um hann tók sítt egna lív, skrivar Ritzau. Onki er upplýst um mannin ella hvørji offrini vóru.

Fyrsta fráboðanin um, at onkur skjeyt á universitetinum kom um middagsleitið í gjár, amerikanska tíð, og ein hálvan tíma seinni kundi løgreglan upplýsa, at gerningsmaðurin var funnin og deyður.

Parturin av universitetinum, har tilburðurin fór fram, liggur minni enn tríggjar kilometrar frá høvuðsgøtuni í Las Vegas, The Strip, har nógvu kasino spælihúsini í býnum liggja.

Yvir 30.000 lesandi eru á universitetinum í Las Vegas. Løgreglan upplýsir, at tey lesandi vóru skelkað.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at skotið verður frá hond í Las Vegas.

Í 2017 doyðu ikki færri enn 60 fólk og fleiri hundrað fingu skaða, tá ein maður úr vindeyga sínum á einum hotelli skjeyt í mannamúgvuna til eina konsert við Las Vegas Strip. Tann hendingin er tað størsta hópdrápið, ið er framt av einum einstakum persóni í amerikansku søguni, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder