Uttanlands

Skottilburður á russiskum universiteti

Átta fólk hava latið lív, og fleiri eru særd

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2021-09-20 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánamorgunin var ein skottilburður á einum universiteti í russiska býnum Perm.

Sambært tíðindastovuni Reuters hava átta fólk latið lív, meðan fleiri eru særd.

Brotsmaðurin er eyðmerktur og handtikin. Viðkomandi varð særdur undir handtøkuni, verður sagt. Talan er um ein lesandi á universitetinum.

Á netinum síggjast videoupptøkur frá hendingini, har mann m.a. sær lesandi leypa úr vindeygum fyri at sleppa úr bygninginum. Eisini er boðað frá, at fleiri læstu seg inni í undirvísingarhølum við hjálp av borðum og stólum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder