Uttanlands

Skotska stjórnin raðfesta tunlar millum oyggjarnar

Skotskir myndugleikar taka nú spurningin um at binda oyggjar saman við undirsjóvartunlum í størsta álvara. Føroyar hava givið íblástur til ætlaninar.

Angus Brendan MacNeil, leiðandi skotskur politikari í bretska parlamentinum her á vitjan í Sandoyartunlinum, saman við Teiti Samuelsen, stjóra. Mynd Jan Müller.

Angus Brendan MacNeil, leiðandi skotskur politikari í bretska parlamentinum her á vitjan í Sandoyartunlinum, saman við Teiti Samuelsen, stjóra. Mynd Jan Müller.

2024-02-04 13:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Sambært BBC Scotland fer  “Transport Scotland” myndugleikin í skotsku stjórnini nú undir nágreiniliga at kanna møguleikan fyri at binda saman fleiri oyggjar í Skotlandi við tunlum. 

[object Object]

Skotið verður upp at gera nágreiniligar kanningar av tunlum, sum skulu binda saman Western Isles og Mull við meginlandið. Í dag verður hetta sambandið rikið við ferjum. 

Transport Scotland sigur, at tunlar fara at betra munandi um sambandið og samferðsluna sum heild men staðfestir eisini, at tað eru fólk í oyggjunum, sum halda, at hetta fer at økja um ferðsluna og harvið skaða samleikan í oyggjunum.  

Eitt meira miðvíst kanningararbeiði verður umrøtt í  "Transport Scotland's Islands Connectivity Plan”, sum hevur verið til almenna hoyring. Kannast skal m.a. at fyrireika tunlar at binda saman Uist og Harris/Lewis, síðani leiðina millum Barra og Uist og loksins millum Mull og skotska meginlandið. Undan hesum kanningum er longu gjørt eitt arbeiði, har fleiri øki í Skotlandi eru umrødd. 

[object Object]

Tann kanningin kom til ta niðurstøðu, at við at skifta ferjur út við tunlar, kann man m.a.  betra um sambandið og um ferðatíðina. Kortini kom eisini fram, at fleiri íbúgvar ynsktu meira nágreiniligar kanningar gjørdar. Og tað er so tað, sum nú skal fara fram sambært BBC. 

[object Object]

Herfyri vitjaðu politikarar úr Skotlandi í Føroyum, har teir høvdu høvi at síggja fleiri føroyskar tunlar m.a. nýggjasta Sandoyartunnilin. Ein teirra var Angus Brendan MacNeil, sum undir Føroyavitjanini helt fyri, at skotar eiga at taka við læru av føroysku royndum og heldur gera íløgur í tunlar enn ferjur. Angus er úr Hebridunum og umboða SNP í bretska parlamentinum. 

[object Object]

Sí eisini samrøðu við Angus MacNeil á Portalinum:


-Føroyingar megna at gera dreymar til veruleika

Skotskir politikarar hava sum nakrir av teimum fyrstu roynt nýggja Sandoyartunnilin, nú fáar dagar innan hann verður tikin í nýtslu. Teir eru  ikki sørt hugtiknir av hesi risastóru verktætlanini, ið teir halda fer at gera lívið lættari og betri hjá íbúgvunum í Sandoynni.

https://portal.fo/dagur-135154/-foroyingar-gera-dreym-til-veruleika(1).grein


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder