Innanlands

Skótar hjálpa grønlendskum børnum og ungum føroyskum misnýtarum

Skótahjálpin 2018 verður 22. til 29. september

(Savnsmynd: Havnar KFUK-skótar)

(Savnsmynd: Havnar KFUK-skótar)

2018-09-20 13:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuna skipa skótarnir fyri árligu Skótahjálpini fyri 36. ár á rað.

Í eina viku um árið fara skótar um alt landið til arbeiðis. Hettar gera tey við at spyrja seg fyri hjá familju og vinfólki, ella við at banka uppá hjá fólki í grannalagnum fyri at bjóða sína hjálp fram. Skótarnir eru børn heilt niður í forskúlaaldur, men eru tey sera hugagóð og arbeiðssom, og vilja fegin rætta eina hjálpandi hond, afturfyri at fáa eina peningaupphædd, ið kann hjálpa øðrum børnum.

"Børn hjálpa børnum"
Endamálið við skótahjálpini er, at frísk og ferðug børn stuðla og hjálpa sjúkum, illa støddum ella neyðstøddum børnum og ungum, bæði í Føroyum og uttanlands. 

Siðvenja er, at innkomni peingurin frá skótahjálpini verður býttur soleiðis, at ein triðingur fer til eina føroyska verkætlan, ein triðingur til eina útlendaka verkætlan og ein triðingur til hjálpargrunnin hjá Skótahjálpini.

Í fjørð savnaðu skótarnir slakar 200.000 krónur inn við Skótahjálpini.

Í ár stuðlar skótahjálpin Barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi og Viðgerðarheimið Frælsi á Eiði.

Barnaheimið í Uummannaq er fyri børn, sum á einhvønn hátt hava verið fyri vanrøkt, missi ella unsorganarsviki. Á barnaheiminum fáa tey umsorgan og hjálp til at fáa ein tryggan og góðan gerðandisdag. Innkomni peningurin frá Skótahjálpini verður nýttur til at fríðka um og dagføra økið uttanfyri, og at keypa útgerð til uttandura leik og til skúlabrúks, til gagns fyri børnini á barnaheiminum.

Viðgerðarheimið "Frælsi" á Eiði er fyri ung við rúsdrekka og rúsevnistrupulleikum. Viðgerðarheimið er nýtt, og enn mangla hentleikar til tey ungu. Innkomni peningurin frá Skótahjálpini fer til at keypa súkklur, tráður og aðra útgerð til bæði uttandura og innandura virksemi og spæl, so tey ungu á tann hátt kunnu uppbyggja nýggj áhugamál og menna ein rúsfrían sosialan førleika sum innbygdan part av viðgerðini.

Samskipararnir av tiltakinum vóna, at øll fara at taka væl ímóti skótunum. Fyri at tað skal eydnast væl fyri báðar partar er neyðugt, at arbeiðsuppgávan svarar til støðið, skótin er á. Fólk eru eisini vælkomin stuðla við eini peningagávu, men tað er ein størri lærdómur fyri skótarnar, um tey skulu gera okkurt fyri pengarnar. 

Fólk, ið ynskja at stuðla, kunnu brúka eina av hesum kontum í føroysku peningastovnunum:
BankNordik: 6460-0004655216
Betri: 9181-0004956879
Norðoya Sparikassi: 9865-0004157421
Suðuroya Sparikassi: 9870-0004050194

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder