Innanlands

Skótadepilin millum Tjarna tikin í nýtslu

Ætlanin var, at fyrsta tiltakið skuldi vera í nýggja deplinum í Havnardali í gjár, men vegna veður varð tiltakið flutt í hølini hjá KFUM við Hoyvíksvegin

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-07-15 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skótadepilin millum Tjarna úti í Havnardali er nú tikin í nýtslu. Í hesum sambandi var ein samkoma í gjárkvøldið.

Tiltakið skuldi eftir ætlan vera í nýggja deplinum, men vegna veður varð tiltakið flutt í hølini hjá KFUM við Hoyvíksvegin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari

Tað eru níggju ár síðani, at spakin varð settur í lendið. Hetta kom Heðin Mortensen,  millum annað inn á í sínari røðu, har borgarstjórin eisini tosaði um, hvat depilin kann nýtast til og siðaarvin hjá skótunum.

Til ber at lesa alla røðuna og síggja fleiri myndir frá tiltakinum á torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder