Mentan

Skøra: Ólavsøkuframsýningin 2022

Bárður Dal-Christiansen stendur fyri framsýningini hjá Listasavni Føroya í ár – Mong halda ikki, at skøran passar inn í okkara vøkru urtagarðar, har alt er plantað við nærlagni, men kanska snýr tað seg um, hvussu vit hugsa um hetta ókrútið, Skøruna. Tí gevur ein sær far um tað, er hon í roynd og veru ein vøkur planta. Framsýningin í ár er ment í sama myndamáli

2022-07-23 13:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár verður Ólavsøkuframsýningin hjá Listafelagi Føroya á Listasavni Føroya

Ólavsøkuframsýningin hevur ymiskar fyriskiparar hvørt ár, og í ár hevur Listafelag Føroya heitt á listamannin Bárð Dal-Christiansen um at standa fyri framsýningini. Bárður Dal-Christiansen hevur valt út fjølbroytt verk, bæði útlendsk og føroysk, sum kunnu upplivast á framsýningini.

Heitið á ársins Ólavsøkuframsýning stavar frá plantuni Skøru. Undir røttu umstøðum veksur Skøran vilt, og hon kann vera trupul at sleppa av við, tá hon hevur fingið røtur. Mong halda ikki, at skøran passar inn í okkara vøkru urtagarðar, har alt er plantað við nærlagni, men kanska snýr tað seg um, hvussu vit hugsa um hetta ókrútið, Skøruna. Tí gevur ein sær far um tað, er hon í roynd og veru ein vøkur planta. Framsýningin í ár er ment í sama myndamáli.

[object Object]

Til ársins Ólavsøkuframsýning hevur fyriskiparin gjørt eina roynd at vísa list úr umheiminum, sum hann vónar kann geva íblástur og “skøra upp í eldinum”, sum tikið verður til. Felags fyri allar luttakararnar á framsýningini er, at hettar eru spennandi og roynd listafólk. Onkur er virkin á gøtuni, onnur á gallaríum og hini á pallum. Framsýningin er tískil eitt fjøltáttað og samansett blómutyssi av ólíkum listafólkum.

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan, 28. juli, kl. 15.00. Á skránni verða røður, tónleikaframførsla frá Son of Fortune (Benjamin Petersen og Jan Rúni Poulsen), drykkivørur og munnbitar.

28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið frá kl. 11.00-20.00. Framsýningin heldur fram inntil 14. august.

Luttakandi listafólkini eru Johan Deckman, Alda Mohr Eyðunardóttir, Simon Fensholm, Stinne Bo, Jesper Jokeren Dahl, Eivør Pálsdóttir, Anders Reventlov, Jacoba Niepoort og Claus Bohn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder