Innanlands

Skopunar kommuna komin á Vangan

– Hetta fer at lætta um fyrisitingarliga partin, og gera tað lættari at røkka borgaranum

2026-01-21 19:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skopunar kommuna er nú, sum tann fyrsta kommunan á Sandoynni, komin á Vangan.

Kommunan fór undir tilgongdina í fjør, har alt tað formliga kom uppá pláss, og samtykt bleiv, at kommunan skuldi koma á Vangan fyrst í hesum árinum, skrivar kommunan.

– Hetta eru vit glað og errin av og vóna og vænta, at tað eisini verður til gagns fyri borgarin í Skopun. Hetta er nýtt fyri okkum, og vit eru spent uppá skipanina. Hetta fer at lætta um fyrisitingarliga partin, og gera tað lættari at røkka borgaranum.

M.a fer kommunan at kunna nýta eina skipan, sum eitur hóp-boð, ein skipan, sum skal gera, at kommunan kann geva skjót boð út til borgarin, í einum sms boðum.

– T.d. kann hetta verða sera hent, um eitt nú ein vatnleki brádliga stingur seg upp. Tá kann vera torført at náa út til øll, men hetta verður lættari og skjótari, tí sms boðini verða send beinleiðis til borgarin, skrivar Skopunar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder