Innanlands

Skjótt fer at bera til at hoppa úr fimm metrum í svimjihøllini aftur

Sáttmáli um nýggja fimm-metur vippu varð undirskrivaður í svimjihøllini í Gundadali í gjár, og sambært Tórshavnar kommunu kann vippan aftur nýtast í vár

Tað er Eysturlon, ið skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur (Mynd: torshavn.fo)

Tað er Eysturlon, ið skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur (Mynd: torshavn.fo)

2022-12-02 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú kunnu vitjandi í svimjuhøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag, har tað verður kunngjørt, at vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár.

Tað er Eysturlon, ið skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur.

Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár, hósdagin 1. desember. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder