Innanlands

Skipa fyri Brunch fyri ælabogafamiljum

Endamálið er at skapa eitt umhvørvi, har ælabogafamiljur kunnu hittast og hugna sær saman, sigur Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBTð Føroyum

2022-03-18 21:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 27. mars á middegi bjóðar LGBT+ Føroyar øllum lgbt+ foreldrum við børnum til brunch.

Hetta verður í hølunum hjá felagsskapinum í Tórsgøtu 16 í Havn, og undirhald verður til børnini, verður sagt í tíðindaskrivi.

Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar sigur, at ætlanin er at hittast seinasta sunnudagin í hvørjum mánað til brunch. Tiltakið er ætlað ælabogafamiljum við børnum í øllum aldrum, og endamálið er at skapa eitt umhvørvi, har ælabogafamiljur kunnu hittast og hugna sær saman.

– Tað er umráðandi bæði fyri okkum vaksnu og okkara børn at hittast við øðrum, sum eru líka sum vit, sigur hon.

– Tá vit siga ælabogafamiljur, so meina vit tað í breiðastu merking. Um tit hava havt børn við tykkum í eitt samkynt parlag, ella tit eru stakir lgtb+arar við børnum ella um tit eru tvær mammur ella tveir pápar, sum hava fingið tykkum børn saman, so eru tit øll hjartaliga vælkomin, og vit vóna at nógv koma til okkara fyrsta brunch, sigur Annika S. Vang.

Tað er ókeypis at koma til brunch, men neyðugt er at melda seg til antin við at senda eini boð til LGBT+ Føroyar á facebook, instagram ella á teldupost [email protected]. Seinasta freist at melda til er  um eina viku, fríggjadagin 25. mars á middegi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder