Innanlands

SKAM: Leikstjórin og "William" vitja í Føroyum í dag

Sera vælumtøkta norska røðin verður givin út sum bókur á føroyskum. Í hesum sambandi er norsk vitjan til bókadadagarnar í Norðurlandahúsinum í dag.

William (Thomas Hayes) er ein av høvuðspersónunum í røðini (Mynd: BFL)

William (Thomas Hayes) er ein av høvuðspersónunum í røðini (Mynd: BFL)

2019-11-22 10:42 Author image
Agnar Prestá

SKAM hevur seinastu árini verið ein av teimum best umtøktu ungdómssjónvarpsrøðunum. Ikki bert í Noreg, har hon er framleitt, og har sjónleikararnir eru frá. Nógvastaðni kring heimin er norska málið og mentanin nú kend orsakað av veruleikakendu røðini.

Eisini í Føroyum er SKAM vælumtókt, og nú fáa føroyingarnir møguleikan at uppliva leikstjóran Julie Andem og sjónleikarin Thomas Hayes, sum spældi leiklutin sum William

[object Object]
Julie Andem

Bókadeild Føroya Lærafelagsins, ið gevur SKOMM-bøkurnar út, boðar frá, at í samband við ársins Bókadagar og útgávurnar av SKOMM-røðini á føroyskum verða Thomas og Julie gestir á stórum skúlatiltaki við fleiri enn 200 næmingum í dag.

Tað er klokkan 16 í Norðurlandahúsinum, og samstundis sum talan er um skúlatiltak, so er tað eisini eitt alment tiltak. Silja Aldudóttir, ið hevur týtt handritið til føroyskt, prátar við rithøvundin og sjónleikaran. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder