Í næsta mánaði verður "Skál" við í stórum festivali, har heimildarfilmar verða sýndir og kappast á ein hátt. Talan er um eina av heimsins størstu stevnum fyri dokumentarfilmar. Stevnan verðue í døgunum 21. apríl til 2. mai.
Talan er um CPH:DOX, ið hevur úttikið 15 filmar, har tann føroyskt-danskt framleiddi Skál er ein av teimum, ið fær sonevnda heimsfrumførslu
Filmurin snýr seg um tvær vinkonur í Føroyum, ið fara í gongd við eitt slag av ungdómsuppreistri - tó við virðing fyri siðvenjunum. Tað er gamla kristna trúgvin í landinum, ið stendur yvir fyri einari nýggjari tíð.
Cecilie Debell & Maria Guldbrandsø Tórgarð hava leikstjórnað filminum, ið er framleiddur í samstarvi við NORDDOK, ið ger filmar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/03/18/890x590/1616068737of84ygwkme.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald