Innanlands

Sjúrður Skaale heitir á stjórnina um at betra vitjanartreytirnar

Fólkatingslimurin vísir á, at rætturin til eina vitjan um vikuna ikki er so viðkomandi fyri føroyskar fangar. Hann ynskir tillaging, so at vitjandi úr Føroyum kunnu oftari, tá tey eru í Danmark

Tað eru tey einstøku fongslini, sum geva tilsøgn um vitjan og annars avgera vitjanartíðir. Sjúrður Skaale hevur tó eina vón um, at danski rættarmálaráðharrin tekur málið upp, tí støða er so øðrvísi hjá fangum úr Føroyum

Tað eru tey einstøku fongslini, sum geva tilsøgn um vitjan og annars avgera vitjanartíðir. Sjúrður Skaale hevur tó eina vón um, at danski rættarmálaráðharrin tekur málið upp, tí støða er so øðrvísi hjá fangum úr Føroyum

2023-06-01 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingar, sum sita dóm í Danmark og teirra avvarðandi í Føroyum eru fyri mismuni í donsku rættarskipanini, tá tað umræður vitjanartreytir.

Hetta heldur Sjúrður Skaale, sum nú hevur heitt á donsku stjórnina um at taka málið upp.

- Fangar í donskum fongslum hava rætt til í minsta lagi eina vitjan um vikuna frá familju ella avvarðandi. Hetta er eisini galdandi fyri fangar úr Føroyum, sum verða noyddir at sita allan ella ein part av sínum dómi í donskum fongslum. Avleiðingin fyri føroyskar fangar er ofta, at teir ikki kunnu fáa líka nógva vitjan sum danskir fangar, tí familjur teirra í Føroyum ikki hava møguleika at ferðast hvørja viku til Danmarkar at vitja.

Tað sum fólkatingslimurin vísir á í skrivi, sum varð sent út fyrrapartin, er at fyritrytirnar hjá familjunum hjá føroysku fagnunum er øðrvísi. Tað kann gerast kostningarmikið at bert fáa ein tíma saman:

- Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at føroysk avvarðandi noyðast at keypa sær ferðaseðil, finna gisting, kanska biðja sær frí úr arbeiði – altso brúka nógva tíð, orku og pengar - fyri so bara at kanska fáa ein tíma saman við tí, sum situr dóm.

Tað eru tey einstøku fongslini, sum geva tilsøgn um vitjan og annars avgera vitjanartíðir. Sjúrður Skaale hevur eina vón um, at danski rættarmálaráðharrin tekur málið upp, tí talan er um serstøðu.

- Føroyskir fangar eru fyri mismuni, tí teir hava í veruleikanum ikki sama møguleika at fáa vitjan sum danskir fangar. Tað eigur at bera til at finna eina loysn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder