Innanlands

Sjóvinnustýrið skal vera í Vágum

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vil vita, um ætlanin framvegis er at lata umsitingarbygningin til Sjóvinnustýrið byggja í Vágum. Tí hevur hann sett nýggja landsstýrismanninum í vinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

2019-11-15 20:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undanfarna løgting samtykti einmælt í 2017 at geva landsstýrismanninum við vinnumálum heimild til at byggja nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

Landsstýrismanninum varð heimilað at halda byggiútreiðslur í sambandi við bygging av nýggjum umsitingarbygningi til Sjóvinnustýrið á upp til 13,7 mió. kr.

Við uppskotinum varð víst á, at Sjóvinnustýrið skuldi hava eina framtíðartryggjaða loysn og støðugar karmar um virksemið hjá stovninum, og at ætlanin var at byggja ein bygning á slakar 900m2 , sum skuldi staðsetast á leigaða grund í Vágum.

Løgtingslógin varð sett í gildi 1. januar 2018, men fer úr gildi aftur 31. desembur 2020.

Nú nýtt landsstýri hevur tikið við, hevur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tí sett ein fyrispurning um málið.

- Eg kundi hugsað mær at fingið upplýst, um nýggi landsstýrismaðurin á økinum ætlar at halda fast við ætlanirnar hjá undanfarna landsstýri um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið við staðseting í Vágum, og nær vit kunnu vænta, at bygningurin stendur liðugur, sigur hann í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Sjálvur er hann sannførdur um, at løgtingið eigur at halda fast við ætlanirnar um, at lata umsitingarbygningin byggja í Vágum.

Fyrispurningurin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder